Grunnur letur fígging til rossaaling og heimildarfilm

Grunnur letur fígging til rossaaling og heimildarfilm
Ætlanin er at flyta tíggju íslendskar ryssur til Føroya úr Danmark, og tær skulu vera til reiðar at taka móti gitnum eggum
Í fjør komu bara trý fyl undan føroyska stovninum, sum er 89 ross. (Savnsmynd: Felagið Føroysk ross)
 
27.11.2023 - 09:06

Ein dulnevndur grunnur hevur latið felagnum Føroyskum rossum hálva aðru millión krónur.

Pengarnir skulu brúkast til at ala tíggju fyl, og til ein heimildarfilm, sum lýsir tilgongdina og álvarsligu støðuna hjá rossastovninum.

Ætlanin er at flyta tíggju íslendskar ryssur til Føroya úr Danmark. Tær skulu vera til reiðar at taka móti gitnum eggum. 

Meðan íslendsku ryssurnar eru her, skulu føroyskir greðingar vera hjá tíggju føroyskum ryssum. 

Síðani verða gitnu eggini flutt yvir í innfluttu ryssurnar, sum á hendan hátt verða burðarryssur. 

Burðarryssurnar vera, tá eggið hevur fest seg, fluttar aftur til Danmarkar at fola. 

Fyrimunurin er, at føroysk fyl, sum eru folað í Danmark, kunnu fáa pass, og harvið flytast millum lond til keyparar. 

 

Sleppa ikki úr Føroyum

Áhugin fyri føroyska rossinum er vaksandi uttanlands, sigur Felagið føroysk ross. 

Men vantandi lóggávu ger, at føroysk ross sleppa ikki úr Føroyum.

Felagið føroysk ross sigur, at tað í nógv ár hevur stríðst fyri at bjarga føroyska rossinum.

Men hóast fundir og áheitanir, hevur tað higartil ikki eydnast at fáa politisk úrslit. 

Hvørki neyðug fígging til arbeiðið hjá felagnum ella neyðug lóggáva eru at hóma, sigur felagið.

Í fjør komu bara trý fyl undan føroyska stovninum, sum er 89 ross. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209