- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vænta nógvan útróður
Vænta nógvan útróður
Streymurin er harður, men linkar spakuliga, sum vikuni líður, veit Fiskamarknaðurin at siga.
26.11.2023 - 15:49
Roknað verður við nógvum útróðri fyrst í næstu viku, men heldur minni seinni í vikuni, tá ið veðrið væntandi versnar.
Streymurin er harður, men linkar spakuliga, sum vikuni líður, veit Fiskamarknaðurin at siga.
Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski, og fiskaríið er brúkiligt.
Bara eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí, og tað landar síðst í næstu viku.
Tvey frystilínuskip eru við Ísland, tvey við Grønland og trý á Íslandsrygginum.
Tey fiska mest tosk, men fáa eisini hýsu, longu, brosmu, blálongu og svartkalva.
Tvey garnaskip fiska svartkalva og havtasku. Tey hava brúkiligt fiskarí, og koma øll inn at landa í næstu viku.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV