- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kannaðu bátar í Nólsoyarfirði og Tangafirði
Kannaðu bátar í Nólsoyarfirði og Tangafirði
Løgreglan gjørdi í gjár eitt átak saman við Vørn, at kanna um útgerð og annað var í lagi hjá bátum í Nólsoyarfirði og Tangafirði.
26.11.2023 - 10:49
Í gjár gjørdi politiið eitt átak saman við Vørn, sum saman vóru í Nólsoyarfirði og á Tangafirði og kannaðu bátar.
Kannað varð, um útgerð og annað var í lagi, og tað var tað eisini hjá fimm av bátunum, sum blivu kannaðir.
Men á sætta bátinum, sum skjeyt svartfugl, var ein byrsa til fimm skot, sum varð brúkt til fuglaskjóting.
Lógin um fuglaveiði heimilar bara byrsur til tvey skot, tá ið skotið verður eftir fugli, so her verður givin bót.
Hald varð tó ikki lagt á byrsuna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV