Á Breddanum: Kríggið millum Ísrael og Hamas

Á Breddanum: Kríggið millum Ísrael og Hamas
Nær kann eitt kríggj rættvísgerast, og ber til at bumba seg til frið, verður spurt í sendingini í dag
Jógvan D. Hansen, námslektari í heimspeki, og Heini í Skorini, ph.d. í í altjóða politikki, koma í útvarpsstovuna at tosa um kríggið millum Ísrael og Hamas.
 
17.11.2023 - 09:02

Fyri meira enn seks vikum síðani leyp Hamas á Ísrael. 1.200 fólk lótu lív, og yvir 200 fólk vóru tikin gíslar.

Síðani hava bumburnar regnað yvir Gasa.

Fleiri 1.000 børn hava latið lív, og tilsamans eru umleið 11.000 fólk deyð í Gasa.

Gasageirin er avbyrgdur. Streymurin er farin, og tørvur er á vatni og heilivági.

Er hetta ein óloysilig kreppa? Nær kann eitt kríggj rættvísgerast? Og kann mann bumba seg til frið?

Tað eru nakrir av spurningunum, sum vit varpa ljós á í sendingini í dag.

Breddin í útvarpinum klokkan 10 og á kvf.fo
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209