Vanlukkan í Miðvági fyri 100 árum síðani

Vanlukkan í Miðvági fyri 100 árum síðani
Í dag, 14. november, eru júst 100 ár liðin, síðani fýra mans sjólótust á Tanganum í Miðvági í ringum illveðri
14.11.2023 - 21:40

Men vanlukkan kundi verið nógv verri, tí tveir menn framdu roysni og bjargaðu fleiri øðrum monnum, sum vóru í havsneyð.

25 mans úr Miðvági vóru farnir til útróðrar hendan dagin við sjey ymiskum bátum. Tað var kavi, men gott veður, tá ið teir fóru um morgunin. Men klokkan 11 brast hann á við kavastormi upp í 30 metrar um sekundið. Teir fóru beinanvegin at rógva til lands, men allir bóru ikki boð í bý.

Vanlukkan kundi tó verið nógv verri. Tveir av monnunum framdu nevniliga eitt roysni og bjargaðu fleiri øðrum monnum.

Við minnisvarðan í Miðvági er steinur við nøvnunum á teimum, sum fórust henda lagnudagin fyri júst hundrað árum síðani.

Teir báðir, sum gjørdu roysni, fingu seinni heiðursløn fyri bjargingina. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109