- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seyður á vegnum elvir til nógv ferðsluóhapp
Ein, sum hevur upplivað hetta er Finn Ougaard sum farna sunnudag mundi rendi á ein seyð á landsvegnum við Áir. Hann royndi at stýra undan og koyrdi í tí sambandi út av vegnum.
Tað er ongin lóg sum sigur, at seyður ikki skal vera á landsvegum.
Tað er landið sum eigur ábyrgdina av at tryggja hetta, sigur formaðurin í bóndafelagnum.
Vit vilja gjarna hegna við allar landsvegir, men fyrst má politiska skipanin játta pening til endamálið, siga tey á Landsverki
156 skaðar árliga orsaka av seyði er alt ov nógv. Vit eru varug við trupulleikan men í løtuni er játtanin ov lítil til, at vit kunna gera nakað við støðuna. Eg ætli mær tó, at arbeiða við málinum, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í viðmerking til Kringvarpið.
RÆTTING: Í formælinum til innslagið verður sagt, at Finn Ougaard rendi á seyðin. Tað er ikki rætt. Tað var í eini roynd at sleppa undan ákoyringini, at hann rendi út av vegnum.