- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vánaligur trivnaður í fólkaskúlanum
Hetta er fjórða trivnaðarkanningin av fólkaskúlanum síðstu 16 árini. Hvørjaferð er spurt um happing, og ongantíð hava so nógvir næmingar kent seg vera fyri happing, sum í kanningini hesaferð. Talið er 17 prosent.
Spurt verður eisini um, hvussu næmingarnir hava tað í skúlanum. Útvið helvtin av næmingunum hava ilt í búkinum, ofta ella viðhvørt. Og annarhvør næmingur hevur ilt í høvdinum, ofta ella viðhvørt.
Og so eru tað eisini næmingar, sum halda seg burtur frá onkrum tímum, tí tey orka ikki at vera har. Seks prosent gera tað ofta, 26 prosent viðhvørt.
Tað gongur eisini skeiva vegin við samanhaldinum í flokkunum. Fyri fýra árum síðani hildu 69 prosent av næmingunum, at samanhaldið var gott. Nú halda bara 56 prosent tað.
Og alsamt færri næmingar halda eisini, at tað er góður arbeiðsfriður í skúlanum. Fyri fýra árum síðani helt triði hvør næmingur, at tey høvdu góðan arbeiðsfrið. Í dag er tað bara fjórði hvør, sum heldur tað
Fyri at bøta um støðuna verður í trivnaðarkanningini eitt nú mælt til at styrkja næmingaráðini fyri at skapa trivnað. Í mesta lagi 20 næmingar skulu vera í hvørjum flokki fyri at skapa arbeiðsfrið og møguleika at hugsavna seg. Og lærugreinar skulu skipast,so tær fanga áhugan hjá næmingunum.
Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, sum hevur verið við til at gjørt trivnaðarkanningina, og Jónleif Johannesen, formaður í Skúlaleiðarafelagnum, vitjaðu í sjónvarpsstovuni.