Semingsroyndin heldur fram

Semingsroyndin heldur fram
Semingsstovnurin fór á fund við partarnar klokkan eitt
Terje Sigurðsson, semingsmaður.
 
27.09.2023 - 13:08

Semingsroyndin millum Sjúkrarøktarfrøðingafelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum verður tikin uppaftur nú klokkan eitt.

Partarnir sótu saman við semingsstovninum allan gjár, og fóru til hús í gjárkvøldið við nøkrum málum at viðgera hvør í sínum lagi, til tey skuldu hittast aftur í dag.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, segði við útvarpið í gjárkvøldið, at samráðingarnar halda fram, men enn var ov tíðliga at siga, um grundarlag var fyri nýggjum semingsuppskoti at leggja fyri partarnar.

Tað fer seinnaparturin møguliga at vísa.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805