- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politiskt ásett lønarlyft gjørdi samráðingar truplari
Semingsroyndin millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum endaði úrslitaleys. Tað staðfesti semingsmaðurin Terje Sigurðsson, tá sjúkrarøktarfrøðingarnir stutt fyri nátturðatíð vrakaðu semingsuppskotið, ið hann legði fyri partarnar fyrr ídag. Lønardeildin góðtók semingsuppskotið.
Sambært Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, vóru tað stutt sagt pengar, ið skiltu partarnar.
Um politiskt ásetta lønarlyftið til nakrar fakbólkar - men ikki sjúkrarøktarfrøðingarnar - sigur Óluva í Gong stutt, at tað hevur gjørt samráðingarnar hesaferð truplari.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fer nú at brúka næstu dagarnar til at umhugsa næsta stigið.
-Eitt verkfall er eitt natúrligt næsta stig, men nú fáa vit at síggja, sigur Óluva í Gong.
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, ásannar, at lønarlyftið hevur við sær harðar sáttmálasamráðingar. Men hon ávarar ímóti at geva leyst við lønarhækkingum, ið vilja hava við sær økta inflatión.
Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, er nú farin at fyrireika seg til eitt møguligt verkfall.