- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rentustuðulin til bústaðarlán má niðurlagast
Útreiðslurnar hjá landskassanum til rentustuðul settu met undir fíggjarkreppuni í 2008 og 2009, tá stuðulin var væl omanfyri 100 milliónir. Stutt eftir lækkaði rentustuðulin við einum prosenti um árið, úr 40 prosentum niður í 35 prosent í 2014. Hesi árini lækkaði rentan á bústaðarlánum úr umleið seks prosentum niður í umleið trý prosent - og tað ávirkaði rentustuðulin.
Frá 2015 til í fjør kostaði rentustuðulin landskassanum umleið 44 milliónir um árið. Men síðani fór rentan at hækka skjótt, og tað hevur ávirkað rentustuðulin nógv. Við eini eykajáttan, sum er áveg, kemur rentustuðulin væntandi at kosta landskassanum umleið 75 milliónir í ár.
Landskassin rindar 19,5 prosent av rentustuðlinum, meðan kommunurnar rinda 15,5 prosent. Tí fer rentustuðulin samanlagt at kosta landi og kommunum væl omanfyri 100 milliónir í ár.
-Tað ber sjálvandi ikki til at kvetta rentustuðulin burtur í einum, tað skal gerast skynsamt. Men neyðugt er at byrja beinanvegin, sigur Malan Johansen, landsbankastjóri.
Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum er samd við landsbankastjóran. Og Ruth Vang ásannar, at politiska skipanin hevur ligið sjóvarfallið av sær, tí rentustuðulin varð ikki rørdur, tá rentan var søguliga lág. Og nú tyngir rentan húsarhaldini so nógv, at fleiri kunnu illa vera stuðulin fyriuttan.
-Vit mugu fara varliga fram, men arbeiðið má byrja nú, sigur Ruth Vang og leggur afturat:
-Rentustuðulin, sum vit kenna hann ídag, kemur ikki at vera varandi í nógv ár afturat.