- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eyðun Johannessen deyður
Í gjárkvøldið andaðist Eyðun Johannessen, sjónleikari og leikstjóri.
Eyðun Johannessen var føddur í Havn 28. apríl 1938 og vaks upp í Rabarbukvarterinum í Havn.
Hann var fyrsti yrkisleikari í Føroyum og var 85 ár, nú hann doyði.
Eyðun Johannessen tók útbúgving sum sjónleikari á Kongaliga Sjónleikarhúsinum í Keypmannahavn og Sjónleikaraskúlanum í Odense.
Í sjeytiárunum var hann knýttur at føroyska sjónleikaraumhvørvinum, og saman við øðrum stovnaði hann sjónleikarabólkin Grímu, sum legði lunnar undir Tjóðpall Føroya.
Í síni tíð í Føroyum var hann eisini virkin í at framleiða útvarpsleikir, sum gjørdust fólkaogn, millum annað "Fólk og dólgar í Kardumummubýnum" og "Dýrini í Valbakkaskóginum".
Eyðun Johannessen starvaðist í fleiri ár í Sjónleikarhúsinum í Aarhus, har hann bæði var yrkissjónleikari, leikstjóri og dramalærari.
Hann var eisini rektari á sjónleikaraskúlanum í Aarhus Teater frá 1979 til 1986
Tvey av børnunum hjá Eyðuni Johannessen, Olaf og Annika Johannessen, eru eisini yrkissjónleikarar.
Í 1997 kom Eyðun Johannessen á heiðurslistan hjá Statens Kunstfond yvir listafólk, ið fáa lívlanga veiting. Og í 2001 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins fyri sítt leiklistaliga avrik.
Sí: "Eyðun Johannessen in memoriam" eftir Kinnu Poulsen frá Listaportalinum
Játtanarsøgur leikstjórans
Í 2011 gjørdi Kringvarp Føroya heimildarfilmin "Játtanarsøgur leikstjórans" um Eyðun Johannessen.
Portrettfilmurin varð gjørdur í sambandi við, at Eyðun Johannessen vitjaði aftur í heimstaðnum Tórshavn, fyri at seta upp leikin "Meðan vit bíða eftir Godot" eftir Samuel Beckett.
Í steðgunum millum venjingarnar saman við leikarunum á tjóðpallinum í Havn, lítur Eyðun Johannessen aftur á lívið sum leikstjóri.
Vit hoyra um avbjóðingarnar og um trongdina til at vera einsamallur, og vit fáa eina mynd av fjakkandi lívinum sum leikstjóri í Norðurlondum.
"Játtanarsøgur leikstjórans" er ein erlig mynd av einum persóni, sum brennir treytaleyst fyri listini.
Ivan Hentze Niclasen og Hans Petur Hansen løgdu til rættis.
Heimildarfilmurin verður vístur í sjónvarpinum sunnudagin, men kann eisini síggjast her: