- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum verður endurskoðað
Hagtølini vísa, at talið á ferðandi við Bygdaleiðum er minkað nógv seinastu árini, og Eysturoyartunnilin verður ov lítið brúktur á leið 400 hjá Bygdaleiðum, sum er millum Klaksvík og Havnina umvegis Skálafjørðin.
Tað heldur Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna, sum hevur sett landsstýrismanninum fyrispurning um málið
Dánjal Samuelsen, samferðsluleiðari á Strandferðsluni, sigur, at í sambandi við at Sandoyartunnilin letur upp fyri ferðslu seinni í ár, fara Bygdaleiðir at gera ymsar tillagingar.
M.a. er ætlanin, at fleiri beinleiðis túrar skulu vera í Eysturoyartunlinum.
Dánjal Samuelsen mælir til, at eitt aðalorðaskifti verður um almenna ferðslu í Føroyum.
Hoyr samrøðu við samferðsluleiðaran í útvarpstíðindunum: