- Tíðindi, mentan og ítróttur
16 ára gomul nærkast FM í Tvíspor l flokki
Leygardagin 12. august var ríðikapping í Marknagili. Og hóast ein kapping enn er eftir, eru tvær FM kappingar longu nú avgjørdar. Tað skrivar Føroya Ríðingarfelag á heimasíðu síni.
Tað eru systrarnar Ranja og Yrsa H. Djurhuus, sum vunnu ávíkavíst Tvíspor ung og Trav leygardagin. Ranja H. Djurhuus á hestinum Sirkill, sum hevur heimstað í Nólsoy, og Yrsa H. Djurhuus á Gretti av Argjum.
Og í Tvíspor l flokki er nýggjur, greiður favorittur favorit. Tað er ryssan Silfá við ungu reiðkvinnuni Ásu Bárðardóttir á baki. Tær vunnu ríðikappinga leygardagin, og tá nærmastu kappingarneytar endaðu aftarliga í somu kapping, er stigamunurin so stórur, at tað skal ganga illa, um Silfá og Ása Bárðardóttir ikki vinna FM-heitið um tvær vikur, tá síðsta kappingin verður. Kortini skrivar Føroya Ríðingarfelag, at hóast munurin á stigatalvuni er stórur, eru rossini so mikið tøtt og jøvn, og tí kann alt henda.
Á heimasíðuni hjá Føroya Ríðingafelag kanst tú lesa meira um úrslitini frá ríðikappingini leygardagin.