- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jenis av Rana er avloysari fyri seg sjálvan
Heilsutrygd søkir í løtuni eftir 10 kommunulæknum til fimm viðtalur í landinum. Ein av viðtalunum er læknaviðtalan í Gundadali, sum Jenis av Rana segði frá sær 1. mars.
Ongin nýggjur kommunulækni er settur, hóast Jens av Rana, fyri meiri enn 7 mánaðum síðani, boðaði Heilsutrygd frá, at hann ætlaði at gevast sum kommunulækni.
Arbeiðsuppgávurnar eru færri og lættari sum avloysari, men lønin, hon er tann sama
Jenis av Rana gavst sum kommunulækni tann 1. mars, men ikki fyrr enn 21. juli søkti Heilsutrygd eftir nýggjum kommunulækna.
Tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerkingar frá Egili á Bø, stjóra í Heilsutrygd.
Men Kringvarpið hevur fingið váttað frá øðrum keldum, at tað vóru tveir kommunulæknar, ið vildu yvirtaka læknaviðtaluna í Gundadali.
Hetta lat seg ikki gera sambært Heilsutrygd, ið valdi at bíða í 7 mánaðar, áðrenn søkt varð eftir nýggjum kommunulækna