Ov veikt grundarlag til átalu

Ov veikt grundarlag til átalu
Tí kann løgtingið ikki ikki átala Jacob Vestergaard fyri brot á lóg um ábyrgd landsstýrisins, sigur løgtingsstjórin, sum harvið gongur ímóti kanningarstjóranum.
08.08.2023 - 19:29

Grundarlagið undir niðurstøðuni er ov veikt, og tí kann løgtingið ikki átala fyrrverandi landsstýrismannin í fiskivinnumálum fyri brot á lóg um ábyrgd landsstýrisins. Tað sigur Johnhard Klettheygg, løgtingsstjóri.

Ken Nónklett, kanningarstjóri, mælir í síni niðurstøðu til "at Løgtingið endar hetta málið við í einum uppskoti til samtyktar at geva fyrrverandi landsstýrismanninum, Jacob Vestergaard, eina átalu fyri brot á § 5, stk. 1 í lóg um ábyrgd landsstýrismanna fyri tilvitað at hava drálað við at viðgera umsóknirnar viðvíkjandi útlutan av kvotu eftir § 49, stk. 1 í sjófeingislógini í 2020."

Men grundarlagið undir hesi niðurstøðu er ov veikt, sigur Johnhard Klettheygg, sum er fremsti, løgfrøðiligi ráðgevi hjá formansskapinum í løgtinginum. 

Johnhard Klettheyggj vísir á, at brot á góðan fyrisitingarsið er ikki brot á nakra lóggávu. Og tá eingin lóg er brotin, ber heldur ikki til at revsa ein landsstýrismann fyri brot á §5 stk.1 í lóg um ábyrgd landsstýrisins:

 

Løgtingsstjórin er tí ósamdur við kanningarstjóran, sum í síni frágreiðing vísir á, at tá landsstýrismaðurin tilvitað drálaði við at avgreiða umsóknir, so hevur hann eisini tilvitað sett til viks sínar skyldur. Og tí hevur hann brotið §5 stk.1 í lóg um ábyrgd landsstýrisins.

Í sonevnda CIP-málinum mælti Hans Gammeltoft Hansen, kanningarstjóri til, at táverandi løgmaður og táverandi landsstýrismaður í innlendismálum fingu átalu fyri at hava brotið §5 stk.2 í lóg um ábyrgd landsstýrisins. Tað verður givið fyri at geva løgtinginum skeivar ella villeiðandi upplýsingar, ella at tiga við upplýsingum.

-Hetta málið kann als ikki samanberast við tað kanningarstjóramálið, sigur Johnhard Klettheyggj og vísir á, at í aktuella málinum verður víst tli §5 stk.1.

Samanumtikið metir løgtingsstjórin tí, at grundarlagið undir niðurstøðuni hjá kanningarstjóranum er ov veikt til at løgtingið kann geva landsstýrismanninum eina átalu.

 

FAKTA - lóg um ábyrgd landsstýrisins

§ 5. Løgmaður ella landsstýrismaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni skúgvar til viks tær skyldur, sum liggja á honum sambært løgtingslóg um stýrisskipan Føroya ella lóggávuni annars ella starvsinnihaldi hansara.

Stk. 2. Ásetanin í stk. 1 er eisini galdandi, um so er, at løgmaður ella landsstýrismaður gevur løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella um hann, tá løgtingið viðger eitt mál, tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV