- Tíðindi, mentan og ítróttur
Paul Watson á veg til Føroya
Ein óynsktur gestur er á veg til Føroya, og hann ætlar sær at koma fyrsta dagin.
Endamálið við ferðini er tað sama sum áður.
Paul Watson hevur verið her áður, og tað er tað ikki altíð gingið so friðarliga fyri seg.
Watson er tveittur út úr sínum egna felagsskapi, Sea Shepherd, síðani hann var her seinast. Orsøkin var, at hansara egnu hildu hann vera ov víðgongdan. Nú hevur Poul Watson stovnað nýggjan felagsskap, sum eitur Captain Paul Watson Foundation. Og tað er við hesum felagsskapinum í rygginum, at hann nú ætlar sær at seta kós móti Føroyum við 41 ára gamla skipinum, John Paul De Joria.
Verður grind tó hildin til, meðan Watson er í Føroyum, so ætlar hann sær at leggja uppí, og tað verður ikki við mýkindum.
Upprunaliga var ætlanin hjá Paul Watson at mótmæla veiðuni eftir stórhvali í Íslandi í summar. Men íslendska stjórnin hevur gjørt av fyribils at útseta loyvið at veiða stórhval til 31. august orsakað av, at íslendingar sjálvir hava sett spurnartekin við drápsháttin.
Tí gongur leiðin nú í staðin til Føroya.
Poul Watson er áður útihýstur úr Íslandi fyri lívstíð, eftir at hann søkti nakrar íslendskar hvalaveiðubátar.
Og tá hann vitjaði her í Føroyum í 2000, boðaði Mogens Nepper-Christensen, táverandi fúti frá, at hetta eisini merkir, at hann er útihýstur úr Føroyum fyri lívstíð, tí Norðurlond hava eina felags passavtalu, har hetta er avtalað.
Um Watson framvegis er óynsktur, ber ikki til at fáa at vita, tí hetta eru persónsupplýsingar, sigur løgreglan.
Hugsast kann tó eisini, at íslendingar hava skrásett Poul Watson sum óynsktan í Shcengen markaðyvirlitinum. Hava teir gjørt tað, so er enn ein orsøk hjá løgregluni í Føroyum at forða Watson at nærkast landi.
Løgreglan hevur ikki verið varug við ætlaninrnar hjá Paul Watson. Men í dag sigur Micael Boolsen, fúti, tó, at løgreglan er farin at fyrireika øll neyðug stig í sambandi við vitjanina. Hann hevur ikki fleiri viðmerkingar enn hetta.