Próvtøl og sálarheilsa

Próvtøl og sálarheilsa
Ung ynskja at verða mett út frá meira enn bara próvtølum
04.07.2023 - 19:55

Próvtøl kunnu hava nógv at siga, um tú ynskir at sleppa inn á tína dreymaútbúgving. Tað hevur Birita Lamhauge Jóansdóttir merkt á egnan kropp. Hon fekk sjey ferðir noktandi svar um at sleppa at lesa sálarfrøði. Orsøkin var, at miðaltalið ikki var nóg høgt.

Trýstið at fáa høg próvtøl merkist framvegis millum ung. Eins og landsstýrismaðurin Djóni Nolsøe Joensen halda tey, at lesandi skulu metast út frá meira enn bara próvtølum.

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum eftirlýsti í síðstu viku eitt kjak um evnið.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV