- Tíðindi, mentan og ítróttur
Video: Gestablídni í Wilhelmsdorf
Video: Gestablídni í Wilhelmsdorf
Føroyska ferðalagið hevur vitjað í Suðurtýsklandi í tveir dagar, áðrenn ferðin nú gongur til Berlin, har Special Olympics World Games byrja um vikuskiftið
15.06.2023 - 11:00
Føroyska ferðalagið, sum mánadagin fór úr Føroyum fyri at luttaka í Special Olympics World games í Berlin, er í løtuni í suðurtýska býnum Wilhelmsdorf, sum hevur boðið teimum at vitja í tveir dagar, áðrenn tey fara til sjálva kappingina.
Special_Olympics_1
At vitja ein vertsbý er partur av tiltakinum hvørja ferð, soleiðis at íðkararnir uppliva eitt sindur meira enn ára kappingina.
Býurin Wilhelmsdorf við 5000 íbúgvum tók væl ímóti ferðalagnum, sum hevur upplivað bæði riddaraborgir, siglitúr á Konstanz vatninum og tey vardu verkstøðini í økinum.
Special_Olympics_2
Longri samrøða í Góðan Morgun Føroyar:
1605199
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV