Søkja aftur eftir presti til Tvøroyrar

Søkja aftur eftir presti til Tvøroyrar
Innstillaði umsøkjarin avgjørdi eftir umhugsunartíð ikki at taka við embætinum
Søkt verður av nýggjum eftir presti til Tvøroyrar. (Savnsmynd)
 
30.05.2023 - 14:29


Kirkjuráðini í Suðuroy fara aftur at lýsa eftir sóknarpresti til Tvøroyrar. 

Tað skrivar folkakirkan.fo. 

Herfyri var søkt eftir tveimum sóknarprestum til Suðuroyar norðara prestagjald, í Hvalba og á Tvøroyri.

Til starvið á Tvøroyri komu fimm umsóknir.

10. mai innstillaðu kirkjuráðini ein umsøkjara, ið eftir umhugsunartíð avgjørdi ikki at taka við embætinum.

Tí verður væntandi aftur lýst eftir sóknarpresti á ólavsøku.

Hanus Pál Jógvansson er settur í embætið Hvalba, har hann frammanundan hevur verið virkandi sóknarprestur.

 

Hanus Pál Jógvansson er settur sum sóknarprestur í Hvalba. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV