Ikki búskaparliga skilagott at stytta arbeiðsvikuna

Ikki búskaparliga skilagott at stytta arbeiðsvikuna
Verður ætlanin sett í verk, má politiski myndugleikin útvega fígging, sigur Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum
Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, ávarar ímóti ætlanini at stytta arbeiðsvikuna, tí tað er ikki ókeypis, sigur hann.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.05.2023 - 11:01

Tað er ikki búskaparliga skilagott at stytta arbeiðsvikuna.

Tað sigur Froði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum.

Hann skrivar í grein, at styttri arbeiðsvika fer at krevja meiri pening og fleiri hendur, og tað er longu sum er ein avbjóðing í búskapinum.

Stórur tørvur er á arbeiðsmegi, og tørvurin fer at vaksa næstu árini.

 

Leggur størri trýst á arbeiðsmarknaðin

At stytta arbeiðsvikuna fer at leggja enn størri trýst á arbeiðsmarknaðin, og tað er ikki búskaparliga skilagott, sigur Fróði Magnussen.

Hann mælir í staðin til at linka trýstið á búskapin.

Uppskotið um at stytta arbeiðsvikuna fer at hækka lønarkostnaðin munandi, bæði í vinnuni og almenna geiranum, og tað hevur við sær, at fíggjarpolitiska haldførið versnar.

 

Mugu útvega fígging

Formaðurin í Búskaparráðnum sigur, at skal arbeiðsvikan styttast úr 40 tímum niður í 37 tímar, er neyðugt, at politiski myndugleikin útvegar fígging, tí tað er ikki ókeypis.

Og samfelagið noyðist samstundis at finna aðrar loysnir á vaksandi starvsfólkatrotinum, skrivar Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum.

Les alla greinina her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV