- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndugleikar akta Umboðsmannin
- Tað verður tikið í álvara, tá Løgtingsins Umboðsmaður gevur eina átalu, ella gevur myndugleikum eina áheitan um at fáa viðurskifti í rættlag.
Tað heldur Umboðsmaðurin, Hanna Vang.
Løgtingsins Umboðsmaður fekk 91 klagur í 2022.
Av hesum vórðu 75 klagur, umframt fýra klagur frá árinum fyri, endaliga avgreiddar innan 31. desember.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
Løgtingsins Umboðsmaður vísti 25 klagum aftur í 2022.
Hanna Vang sigur, at millum vanligastu orsøkirnar til avvísa eina klagu, eru, at tað er ársfreist fyri at kæra, eftir at viðurskiftini eru hend, og at klagað verður um danskar stovnar, til dømis politiið, sum liggja uttan fyri heimildirnar hjá Løgtingsins Umboðsmanni.