- Tíðindi, mentan og ítróttur
LUM: Flestu klagur vóru um kommunur
LUM: Flestu klagur vóru um kommunur
Løgtingsins umboðsmaður hevur skrivað frágreiðing fyri 2022
16.05.2023 - 15:29
Løgtingsins umboðsmaður fekk 91 klagur í fjør, nakrar fleiri enn í 2021.
Tær flestu vóru um kommunur, 19 í tali.
75 av teimum 91 klagunum vóru endaliga avgreiddar, sambært ársfrágreiðingini fyri 2022, sum var almannakunngjørd í dag.
Hanna Vang er Løgtingsins umboðsmaður.
Umboðsmaðurin avgreiddi eisini fýra klagur frá undanfarnum árum í fjør.
Àtta niðurstøður endaðu við antin áliti ella skrivi. 46 klagur vóru avgreiddar við aðrari viðgerð enn niðurstøðu frá umboðsmanninum, meðan 25 klagur vóru vístar aftur uttan viðgerð.
Í fjør vóru átalur givnar í seks málum.
Les frágreiðingina her.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV