- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útfluttu uppsjóvarfisk til Russlands fyri 145 milliónir
Útfluttu uppsjóvarfisk til Russlands fyri 145 milliónir
Útflutningsvirðið er nú tað sama, sum tað var fyri februar í fjør
16.05.2023 - 13:01
Føroyar útflyta framvegis uppsjóvarfisk til Russalands.
Í mars útfluttu Føroyar makrel, sild og svartkjaft til Russlands fyri 145 mió. kr., skrivar Hagstovan.
Hetta er nakað meira enn í mars undanfarin ár.
Útflutningurin til Russlands minkaði nógv á vári í fjør.
Men nú er útflutningsvirðið tað sama, sum tað var fyri februar 2022.
Í vørubólkinum, sum eitur aðrar vørur, var útflutt fyri 27 mió. kr. í mars.
Aðrar vørur eru fyrst og fremst ojla, sum verður seld russiskum skipum í Føroyum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV