Partarnir skulu svara í dag

Partarnir skulu svara í dag
Semingsuppskot er lagt fyri Skipara- og navigatørfelagið og Reiðararfelagið
Hanus Hansen, formaður í Reiðarafelagnum, og Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum.
 
16.05.2023 - 10:09

Semingsstovnurin hevur lagt semingsuppskot fyri Skipara- og navigatørfelagið og Reiðararfelagið.

Partarnir skulu svara í dag klokkan 13.

Sáttmálin millum Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið vardi til 1.apríl.

Men sum vant verður gamli sáttmálin galdandi, so leingi Semingsstovnurin er uppí og samráðingarnar ikki slitna. 

Samráðingarnar byrjaðu 12.apríl.

3.mai sendi Skipara- og Navigatørfelagið boð eftir Semingsstovninum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV