Á Breddanum: Almennar byggiverkætlanir og val í Turkalandi

Á Breddanum: Almennar byggiverkætlanir og val í Turkalandi
Tingið viðger í dag uppskot til samtyktar um greiðar reglur fyri, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast í framtíðini
Landsgrannskoðanin hevur skrivað frágreiðing um H-bygningin, og løgtingið fer at viðgera málið í dag.
 
16.05.2023 - 09:01

H-bygningurin er higartil vorðin 254 milliónir krónur dýrari enn ætlað, og tá verður kanska enntá neyðugt við minst eini eykajáttan afturat.

Í dag viðger løgtingið uppskot til samtyktar um at gera greiðar reglur fyri, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast í framtíðini.

Vit eru í tinginum og tosa við forkvinnuna í fíggjarnevndini og formenninar í stóru andstøðuflokkunum.

 

Val í Turkalandi

Verður Turkaland aftur eitt demokratiskt land, sum andstøðuleiðarin, Kemal Kilicdaroglu, lovar, ella velja turkar at halda fram við Recep Tayyip Erdogan, sum longu hevur sitið við valdinum í 20 ár?

Forsetavalið sunnudagin gjørdist sera spennandi, tí einki av valevnunum fekk tey kravdu 50 prosentini at verða valdur. Tí verður eitt valumfar aftrat, og tað verður 28. mai.

Samfelagsfrøðingur greinar støðuna í Turkalandi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV