- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Landsgrannskoðarin um H-bygningin
Á Breddanum: Landsgrannskoðarin um H-bygningin
Í sendingini er samrøða við Beintu Dam, landsgrannskoðara, sum hevur gjørt frágreiðingina um H-bygningin á Landssjúkrahúsinum
12.05.2023 - 09:06
Byggingin av H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum er higartil vorðin 254 milliónir krónur dýrari enn ætlað.
Og neyvan er tað síðstu ferð, at løgtingið er komið við eykajáttan til H-bygningin.
Tær reyðu lampurnar áttu at lýst, tá ið grannskoðararnir upp til fleiri ferðir høvdu átalað nøkur viðurskifti.
Beinta Dam er landsgrannskoðari.
Tað er nógv, sum er gingið galið í byggingini av H-bygninginum, og tað minnir um byggigøluna við Glasi.
Okkurt duga vit kortini betur, sigur Beinta Dam, landsgrannskoðari, sum hevur gjørt stóru kanningina um H-bygningin.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV