Einki grundarlag fyri semingsuppskoti

Einki grundarlag fyri semingsuppskoti
Semingsstovnurin hevur biðið Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið um at umhugsa støðuna
Hanus Hansen, formaður í Reiðarafelagnum, og Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og navigatørfelagnum. Partarnir eru so langt frá hvør øðrum, at enn er einki grundarlag fyri semingsuppskoti.
 
12.05.2023 - 08:47

Semingsstovnurin sendi í gjárkvøldið samráðingarfólkini hjá Skipara- og Navigatørfelagnum og Reiðarafelagnum til hús at umhugsa støðuna.

Eftir at hava roynt í tvey samdøgur var einki grundarlag fyri at gera eitt semingsuppskot, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Semingsstovnurin hevur boðsent pørtunum mánadagin. 

Semingsroyndin er í Sjómansheiminum í Klaksvík.Semingsstovnurin var boðsendur í síðstu viku.

 

Ikki longdur aftur

Sáttmálin millum Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið vardi til 1.apríl.

Sáttmálin var longdur til á midnátt mikudagin 10.mai. Hann er ikki longdur aftur.

Man sum vant verður gamli sáttmálin galdandi, so leingi Semingsstovnurin er uppí og samráðingarnar ikki slitna. 

Samráðingarnar byrjaðu 12.apríl. 3.mai sendi Skipara- og Navigatørfelagið boð eftir Semingsstovninum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV