569 fólk løgdust aftrat seinasta árið

569 fólk løgdust aftrat seinasta árið
1.apríl í ár búðu 54.362 fólk í Føroyum
Fólkatalið veksur framvegis, men seinastu mánaðarnar er fólkavøksturin minkaður nógv. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
11.05.2023 - 10:14

1.apríl í ár búðu 569 fleiri fólk í Føroyum enn 1.apríl í fjør.

Vøksturin er 1,1 prosent.

1.apríl í ár búðu 54.362 fólk í Føroyum, skrivar Hagstovan.

Fólkatalið veksur framvegis, men seinastu mánaðarnar er fólkavøksturin minkaður nógv. 

 

Burðaravlop og nettoflyting

Vøksturin seinasta árið kemur av burðaravlopinum, sum var 187 fólk, og nettoflytingini, sum var 382 fólk. 

Burðaravlopið er vaksið eitt vet, tí færri doyðu.

Nettoflytingin minkaði, tí fleiri enn fyrr fluttu av landinum.

Fólkavøkstur var í 18 av 29 kommunum frá 1.apríl 2022 til 1.apríl 2023, sigur Hagstovan.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV