Á Breddanum: Færri børn og kjakið um skannaran

Á Breddanum: Færri børn og kjakið um skannaran
Føroyar hava sett met í Evropa at eiga børn, men síðstu fýra árini hevur gingið øvutan veg. Vit eiga tó framvegis metið
Vit hava sett met í Evropa at eiga børn, men nú er gongdin vend. Evnið verður viðgjørt í Breddanum í dag.
 
11.05.2023 - 09:23

Vit fáa fáa færri børn nú enn seinastu árini.

Tað vísa tøl hjá Hagstovuni. 

Føroyar hava sett met í Evropa at eiga børn, men síðstu fýra árini hevur gingið øvutan veg. Vit eiga tó framvegis metið. 

 - Men hvat merkja hesi tølini? Og hvørjar avleiðingar fær tað, um gongdin heldur fram?

Tað spyrja vit samfelagsfrøðing, sum kemur í útvarpsstovuna.

 

Beinta Løwe, viðmerkjari, og Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, skifta orð um kjakið, sum hevur verið um MR-skannaran, sum vinnulívsfyritøkur ætla at lata Klaksvíkar sjúkrahúsi.

 

MR-skannarin

So hendi tað aftur. 

Ein nýggjur 3 Tesla MR-skannari, sum vinnuligar fyritøkur ætla at lata Klaksvíkar Sjúkrahúsi, er um at kloyva tjóðina.

Hvat er tað, sum ger, at eitt slíkt mál so skjótt festir eld í kjakið um miðstaðin móti restina av landinum. 

Søgufrøðingur og politiskur viðmerkjari koma í útvarpsstovuna at skifta orð um málið. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV