- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bústaðarbyrðan tyngist í hvørjum
Bústaðarbyrðan verður tyngri
Tað vísir nýggj uppgerð frá Betri Banka.
Í nøkur ár hevur Betri banki roknað bústaðarbyrðuna í Føroyum.
Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka.
Bústaðarbyrðan lýsir, hvussu stóran part av inntøkuni eftir skatt eitt par við tveimum børnum undir 7 ár skal brúka upp á at gjalda sítt bústaðarlán.
- Hetta mátið ger tað møguligt at fylgja rákunum, sigur Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka:
Í 2022 var bústaðarbyrðan í Havn og í Eysturoynni ávikavíst 37 og 20 prosent. Í øllum landinum var hon í miðal 25 prosent.
Higartil í ár er bústaðarbyrðan í Havn og Eysturoynni ávikavíst 40 og 21 prosent.
Í Føroyum er hon framvegis 25 prosent í miðal.
Sostatt er bústaðarbyrðan í Havn vorðin trý prosentstig tyngri og í Eysturoynni eitt prosentstig tyngri.