Fyrsta skotið latið av

Fyrsta skotið latið av
Húsareynstunnilin við vegum verður góðar tveir kilometrar, og breiddin verður 10,5 metrar
So fór fyrsta skotið í Húsareynstunlinum.
 
08.05.2023 - 13:52

Um middagsleitið var fyrsta skotið fyri bergholinum, Húsareynstunlinum, millum Villingardalsvegin og Marknagil latið av.

Bergholið, sum er partur av innkomuvegnum, verður 2,2 kilometrar langt. Breytin í bergholinum verður 10,5 metrar breið.

 

Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, skutu fyrsta skotið.

 

Longdin á innkomuvegnum og bergholinum verður tilsamans góðar seks kilometrar.

Articon ger Húsareynstunnilin og innkomuvegin, sum kosta tilsamans 324 mió. kr.

Landið rindar ein triðing og kommunan tveir triðingar. av kostnaðinum. 

Meiri verður at frætta í Degi og viku í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV