Roynir semju í hesi vikuni

Roynir semju í hesi vikuni
Sáttmálin millum Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið er longdur til 10. mai
Terje Sigurðsson, semingsmaður.
 
08.05.2023 - 09:45

Tað verður eina ferð í hesari vikuni, at Semingsstovnurin fer at royna at fáa semju í sáttmálatrætuni millum Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið.

Semingsstovnurin var boðsendur í síðstu viku.

Stovnurin hevur tosað við partarnar eina ferð, sigur Terje Sigursson.

Sáttmálin millum Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið vardi til 1.apríl. Hann er nú longdur til á midnátt mikukvøldið 10.mai.

Samráðingarnar byrjaðu 12.apríl.

3.mai sendi Skipara- og Navigatørfelagið boð eftir Semingsstovninum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV