Arbeiðssetningurin er í átta punktum

Arbeiðssetningurin er í átta punktum
Arbeiðsbólkur er settur at eftirmeta arbeiðið hjá Málráðnum, og hann skal vera liðugur 1. september
 
08.05.2023 - 08:30

Arbeiðsbólkurin, sum skal eftirmeta arbeiðið hjá Málráðnum, hevur ein arbeiðssetning, sum er í átta punktum.

Hann skal lýsa, hvussu Málráðið virkar sambært tí, sum er ásett í lógini.

Málráðið skal røkja, menna og verja føroyska málið og føroyska teknmálið.

Tað skal vegleiða, ráðgeva og gera niðurstøður í málspurningum og áseta føroyska stavseting.

Arbeiðsbólkurin skal eisini kanna, hvussu samstarvið hjá Málráðnum er við onnur.

 

Málráðið hevur fingið nýtt búmerki.

 

Staðarnavnanevndin og Navnanevndin við

Og hann skal gera tilmæli, um Staðarnavnanevndin og Navnanevndin eisini kunnu koma í lógina um málráð.

Arbeiðsbólkurin skal haraftrat lýsa, hvussu skrivstovuhald og fundarhald hjá Málráðnum virkar.

Arbeiðsbólkurin skal vera liðugur við eftirmetingina 1.september.

11 fólk eru í Málráðnum, og fimm fólk eru í starvsnevndini. Helena Kannuberg er forkvinna í Málráðnum. 

Málráðið hevur tveir ella tríggjar fundir um árið. Málráðið fekk nýtt búmerki herfyri.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV