- Tíðindi, mentan og ítróttur
Færri hjá einum, men fleiri hjá hinum báðum
Færri hjá einum, men fleiri hjá hinum báðum
Færri akfør í Eysturoyartunlinum, men fleiri í Norðoyatunlinum og í Vágatunlinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
07.05.2023 - 10:15
Færri akfør í Eysturoyartunlinum, men fleiri í Norðoyatunlinum og í Vágatunlinum.
Tað siga tølini um miðalferðsluna um samdøgrið í teimum trimum undirsjóvartunlunum í apríl, samanborið við tølini fyri mars.
Í Eysturoyartunlinum vóru 5.306 akfør í apríl og 5.367 í mars.
Men í apríl í fjør vóru tey 4.962.
Í Norðoyatunlinum vóru 3.865 akfør í apríl og 3.778 í mars.
Í apríl í fjør vóru 3.952 akfør.
Í Vágatunlinum var talið 2.756 í apríl og 2.399 í mars.
Í apríl í fjør vóru 2.816 akfør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV