- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bústaðarbyrðan í høvuðsstaðnum er 43 prosent
Bústaðarbyrðan í høvuðsstaðnum er 43 prosent
Bústaðarbyrðan er parturin av tøku inntøkuni, sum eitt par við tveimum børnum undir sjey ár brúkar til bústaðarlán
04.05.2023 - 14:38
Bústaðarbyrðan var 43 prosent í Havn, 30 prosent í Klaksvík og 22 prosent í Eysturoynni, tá 2022 endaði.
Miðaltalið fyri alt landið var 27 prosent, hevur Betri banki roknað út.
Bústaðarbyrðan er parturin av tøku inntøkuni, sum eitt par við tveimum børnum undir sjey ár brúkar til bústaðarlán.
Bústaðarbyrðan var annars lækkandi frá 2009 til 2015.
Frá 2015 til 2021 vóru renturnar framvegis lágar og inntøkurnar hjá húsarhaldunum vuksu, men sethúsaprísirnir hækkaðu nógv. Tí vaks bústaðarbyrðan.
Í fjør hækkaðu renturnar nógv, og bústaðarbyrðan vaks meira, sigur Landsbankin í ársfrágreiðingini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV