Lata fyrsta skotið av í bergholinum mánadagin

Lata fyrsta skotið av í bergholinum mánadagin
Innkomuvegurin til Havnar og bergholið millum Sundsvegin og Marknagil verða mett at kosta tilsamans 324 milliónir
Tá Tórshavnar kommuna og Articon skrivaðu undir sáttmálan um innkomuvegin 21. desmber í fjør. Frá vinstru Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
04.05.2023 - 13:52

Mánadagin verður fyrsta skotið latið av fyri bergholi millum Sundsvegin og Marknagil í Havn.

Alment hátíðarhaldið byrjar fyrrapartin, tá ið umboð fyri Tórshavnar kommunu og landið saman lata fyrsta skotið av fyri nýggja bergholinum, skrivar in.fo.

Bergholið verður 2,2 kilometrar langt, og er partur av nýggja innkomuvegnum.

Byggifelagið Articon ger arbeiðið.

Beint fyri jól skrivaði Tórshavnar kommuna undir sáttmála við Articon um heildararbeiðstøku, sum fevnir um vegastrekkið millum rundkoyringina á Hvitanesi og Marknagilsvegin og tunnil undir Húsareyni fyri tilsamans 324 milliónir kr. 

Hoyr samrøðu við Trónd Sigurðsson, formann í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar kommunu, í útvarpstíðindunum:

 

04052023_Berghol_i_Havn


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV