- Tíðindi, mentan og ítróttur
Á Breddanum: Útlendskar fregnartænastur og nalvablusur í Vestmanna skúla
Kinesiskar og russiskar fregnartænastur eru ein hóttan móti Føroyum, serliga landsstýris- og tingfólkum, vísir nýggj frágreiðing frá PET.
Tosað verður við Michael Boolsen, fúta
Enn er eingin avgerð tikin um fiskiskapin í Barentshavinum, men hvussu ávirkar tað stevið í samgonguni, at Javnaðarflokkurin gongur egnar leiðir, meðan samgongan bíðar eftir eini frágreiðing?
Árni Gregersen og Eirikur Lindenskov, politiskir viðmerkjarar, koma í útvarpsstovuna.
Nýggjur klædnapolitikkur í Vestmanna skúla hevur elvt til kjak, men er tað ein trupulleiki?
Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, er ein, sum hevur lagt seg út í kjakið um málið, og hon verður í útvarpsstovuni.
Breddin í útvarpinum klokkan 10.