- Tíðindi, mentan og ítróttur
"Loysing er ikki eitt heitt kjak millum okkum ungu"
O, móðurlandið! er aftur á skrá, og seinastu tríggir partarnir verða sendir komandi trý hóskvøldini.
Í fjórða parti, sum ber heitið "Hetta landið er mítt", verður sjóneykan sett á politisku støðuna í Føroyum um aldamótið.
Fullveldið var feitt
Tað er eitt øðrvísi huglag og framfýsni, sum eyðkendi føroyingar um aldamótið. Vunnið er á kreppuni, og nú grør um gangandi fót. Men kenslan av eyðmýking og órætti býr enn í føroyingum.
Tíðarhvarvið kring aldamótið vóru stimbrandi vekingarár í Føroyum hjá nógvum teimum, ið tá vóru ung.
Vit fingu m.a. allan "fullveldistónleikin" tey árini. Týr við kvæðunum, 200 við loysingarpunki, M.C. Hár við sínum og Clickhaze við skjaldrunum og Kingo.
Sjálvræðisspurningurin ikki eins átrokandi í dag
Í sambandi við sendingina "O, móðurlandið" vóru ung á miðnámsskúlum í Føroyum spurd, hvørjar tankar tey hava um eitt nú ríkisstuðul, sjálvræði og fullveldispolitikk.
"Eg hugsi meira um umstøðurnar hjá fólki við serligum tørvi, um eldra- og bústaðarpolitikk. Kanska eisini tí, eg eri nøgd við støðuna, sum hon er nú", sigur Rannvá Ósá Sjóstein, lesandi á miðnámi á Kambsdali.
Men meðan fullveldi og loysing av álvara setti sín dám á tilveruna hjá teimum ungu um aldamótið, er tað ikki tað politiska málið, sum fyllir mest hjá teimum ungu í dag.
Birna Eyðunardóttir, miðnámslesandi á Glasi, heldur eisini, at fleiri onnur politisk mál eru meira átrokandi. "Tað eru eisini onnur mál, sum er nógv meira týdningarmikil og eiga at verða tikin framum. Til dømis at fáa einar javnari Føroyar", sigur Birna.
Kortini eru tey eisini nøkur, sum halda, at sjálvræði er átrokandi. Eitt nú Natalia Joensen, sum er miðnámslesandi á Kambsdali. "Eg haldi, tað er eitt átrokandi mál, og skulu vit loysa, so mugu vit byrja nú. Eg haldi ikki, vit skulu bíða ov leingi", sigur hon.
"Loysing er ikki eitt heitt kjak millum okkum ungu"
Hóast tey ungu ikki eru á einum máli um raðfestingina av sjálvræðinum, so eru tey at kalla øll samd um, at loysing sum evni ikki fyllir nógv millum tey ungu í dag.
"Eg haldi, at tað er løgið, at mann goymir tjóðskaparkensluna til fótbóltsdystir. Eg haldi, at tey, sum vilja loysing, burdu traðkað til, um tey veruliga ætla sær tað", sigur Jan Tórheðinsson, lesandi á miðnámi á Kambsdali.
"Eg haldi ongantíð, at eg havi kjakast um loysing við mínar vinir. Tað er heilt vist ikki eitt heitt kjak millum okkum ungu", sigur Ólavur Johannesson, lesandi á miðnámi á Glasi.
Her sært tú tey ungu svara spurninginum um, hvørja raðfesting sjálvræði sum politiskt mál hevur:
Hetta landið er mítt
Komandi trý hóskvøldini eftir Dag og viku eru síðstu partarnir av sendirøðini "O, móðurlandið" í sjónvarpinum.
Í sendirøðini verður ljós varpað á serstøðu Føroya í danska ríkinum.
Fjórði partur, sum er á skrá í morgin eftir Dag og viku, tekur fullveldisrákið um aldamótið til umrøðu.
Sást tú ikki fyrstu tríggjar partarnar, so finnur tú teir her.