- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ákærdur fyri blygdanarskemd: Skúlin meldaði tilburðin
Føroya rættur heldur fram í dag at viðgera eitt mál um annað kynsligt samband enn samlegu við fólk, sum er yngri enn 18 ár, og blygdanarskemd.
Ein 30 ára gamal maður, sum var starvsfólk á eftirskúlanum Brúnni í Skálavík, er ákærdur fyri at gera seg inn á ein næming í skúlanum.
Noktar seg sekan
Hetta skal hava verið í einari grillsmáttu og uttan fyri hana eitt februarkvøld í fjør, sambært ákæruritinum. Maðurin noktar seg sekan.
Tveir dagar eru settir av til málið.
Ákærdi maðurin er útlendingur, og tí skal alt, sum sagt verður í rættinum, umsetast.
Fýra vitni eru, ákæruvaldið hevur trý og verjin eitt. Tey vera avhoyrd í dag.
Maðurin, sum var starvsfólk á eftirskúlanum Brúnni í Skálavík, er ákærdur fyri at gera seg inn á ein næming í skúlanum. (Savnsmynd)
Skúlin meldaði
Eftirskúlin meldaði sjálvur tilburðin, og maðurin var burturvístur.
Hann er síðani farin av landinum. Ákæruvaldið hevur kortini krav um útvísing.
Krav verður eisini um treytaleysa fongsulsrevsing og um, at ákærdi ikki sleppur at fáast við fólk, sum eru yngri enn 18 ár.
Gentan hevur eitt endurgjaldskrav.