Kunnu ikki fáa uppihaldspening og fara í feriu uttanlands

Kunnu ikki fáa uppihaldspening og fara í feriu uttanlands
Kærustovnurin hevur staðfest eina avgerð hjá Almannaverkinum
Kærustovnurin staðfesti avgerðina hjá Almannaverkinum um uppihaldspening.
 
02.05.2023 - 15:53

Tað ber ikki til hjá fólki at fáa uppihaldsveiting frá tí almenna, samstundis sum tey fara í feriu uttanlands, og eru burtur í fimm vikur ella longur.

Tað hevur Føroya Kærustovnur staðfest. 

Tað var Almannaverkið, sum avgjørdi at steðga fyribils uppihaldsveiting hjá fólki, tí viðkomandi tá hevði verið uttanlands í feriu í samanlagt fimm vikur.

 

Skal vera í Føroyum

Almannaverkið vísti á, at ein av høvuðstreytunum fyri at fáa fyribils uppihaldsveiting er, at viðkomandi er í Føroyum.

Avgerðin var kærd, men Føroya Kærustovnur hevur nú staðfest avgerðina hjá Almannaverkinum.

Undantøk kunnu gerast, um:

  • Fólk skal hava samveru við egin børn, og samveran ikki kann vera í Føroyum.
  • Um fólk fer uttanlands í læknaørindum.
  • Um fólk skal vitja avvarðandi uttanlands, sum eru álvarsliga sjúk, ella um farið verður sum fylgjari við fólki, ið skal uttanlands í sjúkraørindum.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV