Kvinnur og menn ósamd um javnstøðuspurningar

Kvinnur og menn ósamd um javnstøðuspurningar
Nýggj frágreiðing er gjørd um hugburð til javnstøðu í Føroyum, sum Fróðskaparsetrið hevur gjørt
Kanningin vísir, at ein gjógv er millum kvinnur og menn um fatanir, upplivingar og sjónarmið um javnstøðu. (Savnsmynd)
 
02.05.2023 - 17:59

Ein gjógv er millum kvinnur og menn viðvíkjandi fatanum, upplivingum og sjónarmiðum um javnstøðu.

Tað staðfestir nýggj frágreiðing um hugburð til javnstøðu í Føroyum.

Kvinnur og menn eru á flestum økjum ósamd um spurningar viðvíkjandi javnstøðu, sigur Erika Anne Hayfield.

 

Erika Anne Hayfield, sum hevur verið til at skriva frágreiðingina.

 

Saman við Herit Albinus og Heina í Skorini hevur hon skrivað frágreiðingina:

 

02052023_Hayfield_um_javnstodu

 

Fróðskaparsetrið hevur hevur gjørt kanningina fyri Almanna- og mentamálaráðið, Javnstøðunevndina og Demokratia, og hon var løgd fram seinnapartin.

Talan er um eina hugburðs- og atburðarkanning um javnstøðu í føroyska samfelagnum, og millum 700 og 800 føroyingar hava svarað kanningini.

 

Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Nýggj vitan

Nú hava vit fingið nýggja vitan um javnstøðu í Føroyum, og tað er gott, tá ætlanir skulu leggjast fyri javnstøðuarbeiðið frameftir.

Tað sigur Brandur Mortensen Nolsøe, sum er samskipari á Javnstøðuskrivstovuni í Almanna- og Mentamálaráðnum:

 

02052023_Brandur_um_javnstodu

 


 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV