Atlantsflog varðveitir smidleika í sáttmálanum

Atlantsflog varðveitir smidleika í sáttmálanum
Flogskiparar og Føroya arbeiðsgevarafelag hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.05.2023 - 11:20

Flogskiparar fáa smá átta prosent í lønarhækking næstu tvey árini, og Atlantsflog varðveitir ein ávísan smidleika/fleksibilitet í sáttmálanum, sum er ein fortreyt fyri at reka felagið.

Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum eftir fráboðan um arbeiðssteðg, nú hevur skrivað undir sáttmála við Flogskiparafelag Føroya.

Við sáttmálanum, ið var undirskrivaður fyrrapartin, fer endalønin hjá einum flogskipara úr 86.500 krónum um mánaðin upp á umleið 93.500 krónur um mánaðin, 1.apríl næsta ár.

Og endalønin hjá einum stýrimanni fer úr góðum 57.000 krónum um mánaðin upp í umleið 62.000 krónur um mánaðin, umframt eftirløn.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

01052023_Flogskiparasattmali

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV