Atlantsflog fær átalu og ávaring fyri søluátak

Atlantsflog fær átalu og ávaring fyri søluátak
Brúkaraumboðið sigur, at søluátakið er villleiðandi og ógreitt, tí brúkarin flr ikki greitt at vita, hvussu tilboðið er sett saman
Atlantic Airways hevur boðað frá, at felagið longu hevur broytt leistin fyri lýsingarátøk, so sleppast kann undan misskiljingum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.05.2023 - 08:40

Brúkaraumboðið hevur givið Atlantic Airways átalu og ávaring í sambandi við marknaðarføringina og søluátakið "Sveimandi tilboð."

Talan er um villleiðandi og ógreitt søluátak, sigur Brúkaraumboðið, tí fólk fáa ikki greitt at vita, hvussu sveimandi tilboðini eru sett saman.

Atlantic Airways upplýsir, at prísurin broytist í mun til flogvallarskattir og avgjøld á valda ferðamálinum.

Brúkaraumboðið heldur, at hetta er trupult hjá fólki at skilja.

 

Eiga at síggja veruliga prísin

Sambært marknaðarføringarlógini eiga fólk greitt at síggja í einum søluátaki, hvør veruligi prísurin er fyri eina vøru ella tænastu.

Brúkaraumboðið metir, at lýsingarátakið greitt gevur fólki ta fatan, at tilboðið er galdandi bæði úr Føroyum og heim aftur til Føroya. Men so er ikki.

Brúkaraumboðið fekk fráboðan um, at hóast leitað var eftir ferðaseðlum alt fyri eitt, tá tilboðið kom út, so var eingin ferðaseðil til ávíst ferðamál funnin fyri 695 kr. 

 

Rannvá Sólheim er Brúkaraumboð.

 

Hava broytt leistin

Brot á marknaðarføringarlógina kann revsast við sekt.

Men av tí at talan er um fyrsta mál av slíkum slagi hjá Atlantic Airways, hevur Brúkaraumboðið givið felagnum eina átalu og eina ávaring.

Atlantic Airways hevur boðað frá, at felagið longu hevur broytt leistin fyri lýsingarátøk, so sleppast kann undan misskiljingum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV