Varðin Pelagic og útbygging: Byggisamtyktin verður ikki broytt

Varðin Pelagic og útbygging: Byggisamtyktin verður ikki broytt
Tvøroyrar býráð hevur tó tillagað nakrar orðingar, soleiðis at goymslubrunnar í mesta lagi kunnu vera 20 metrar høgir og skorsteinar í mesta lagi 60 metrar
Byggisamtyktin fyri havnarlagið á Tvøroyri verður ikki broytt, men orðingar eru tillagaðar.
 
01.05.2023 - 08:26

Ætlaða broytingin í byggisamtyktini fyri havnarlagið á Tvøroyri verður ikki broytt, hóast Tvøroyrar kommunu fekk tvey mótmæli.  Í øðrum var eisini eitt broytingaruppskot.

Býráðið á Tvøroyri hevur einmælt samtykt ikki at broyta ætlanina um at broyta byggisamtyktina, so Varðin Pelagic kann byggja út.

Býráðið brúkti ráðgevandi verkfrøðingavirkið Melcon, tá tað viðgjørdi mótmælini og broytingaruppskotið.

Býráðið hevur tó, sum tað sigur, tillagað eina orðing.

 

Ikki hægri enn 11,5 metrar

Nú stendur, at eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 11,5 metrar.

Tó kunnu neyðugir tekniskir húsalutir vera hægri eftir nærri góðkenning býráðsins.

Goymslubrunnar kunnu í mesta lagi vera 20 metrar høgir og skorsteinar í mesta lagi 60 metrar.

Slík bygging skal altíð sendast til almenna hoyring.

 

Í Býarskipanarnevnd landsins

Fyrr stóð bara, at neyðugir tekniskir húsalutir kunnu vera hægri enn 11,5 metrar, herundir siloir, tað eru goymslubrunnar, og skorsteinar, eftir nærri góðkenning býráðsins.

Kærur og broytingaruppskot, sum kommunan sjálv ikki tekur við, skulu vera við uppskotinum, tá tað verður sent landsstýrinum, har býarskipanarnevnd landsins skal viðgera tað.

Nevndin ger tilmæli til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, sum eigur endaligu avgerðina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
LEITISSTEIN 26.11.2024 (Marius DC)
184212
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095