Flogskipararnir og arbeiðsgevararnir gjørt tvey ára sáttmála

Flogskipararnir og arbeiðsgevararnir gjørt tvey ára sáttmála
Frumatkvøða var í gjár hjá limunum í Flogskiparafelagnum, og stórur meiriluti var fyri uppskotinum um sáttmála
Flogskiparafelagið sigur, at tað fegnast um, at verkbannið hjá Arbeiðsgevarafelagnum ikki verður neyðugt.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.05.2023 - 08:21

Flogskiparafelag Føroya og Føroya arbeiðsgevarafelag hava gjørt tvey ára sáttmála.

Frumatkvøða var í gjár hjá limunum í Flogskiparafelagnum. Stórur meiriluti var fyri uppskotinum um sáttmála.

Flogskiparafelagið sigur, at tað fegnast um, at verkbannið hjá Arbeiðsgevarafelagnum, sum Atlantic Airways er í, ikki verður neyðugt.

Verkbannið skuldi byrja 12.mai. 

27.apríl boðaði nevndin í Flogskiparafelagnum Semingsstovninum frá, at felagið kundi ikki góðtaka semingsuppskotið, sum kom 20.apríl.

Sama dag, altso 27.apríl, fóru Flogskiparafelagið og Atlantic Airways at samráðast um semju.

Tær samráðingar bóru á mál. Ein tvey ára sáttmáli er nú gjørdur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV