Royna nú aftur at loysa sáttmálatrætuna

Royna nú aftur at loysa sáttmálatrætuna
Flogskipararnir og arbeiðsgevararnir sita hvør sær og arbeiða við eini loysn, sum kanska endar við nýggjum semingsuppskoti
Føroya arbeiðsgevarafelag hevur lýst verkbann fyri flogskiparar hjá Atlantsflogi, sum hava støð í Føroyum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
28.04.2023 - 12:54

Flogskiparafelag Føroya og Føroya Arbeiðsgevarafelag gera nú aftur eina roynd at loysa sáttmálatrætuna.

Partarnir hava seinasta samdøgrið, saman og hvør sær, arbeitt við, hvørjar broytingar skulu gerast í seminingsuppskotinum, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar í síðstu viku, og sum Flogskiparafelagið vrakaði í gjár.

Beint eftir lýsti Føroya Arbeiðsgevarafelag verkbann fyri flogskiparar hjá Atlantsflogi, sum hava støð í Føroyum, at koma í gildi 12. mai.

 

Terje Sigurðsson, semingsmaður.

 

Kanska nýtt semingsuppskot

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur í stuttari viðmerking við útvarpið, at partarnir nú sita hvør sær og arbeiða við eini loysn, sum møguliga endar við nýggjum semingsuppskoti. 

Semingsstovnurin var boðsendur fyri páskir, tá samráðingarnar millum flogskiparar og arbeiðsgevarafelagið, sum Atlantsflog er í, slitnaðu.

Sáttmálin hjá flogskiparunum, sum var, kom í 2019. Hann vardi til 1. apríl í ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV