- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gunnvá Guttesen nýggjur varastjóri
Gunnvá Guttesen er sett sum varastjóri við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund.
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, hevur sett Gunnvá í starv, skrivar Landssjúkrahúsið í tíðindaskrivi.
Gunnvá Guttesen verður sum varastjóri á Landssjúkrahúsinum eisini partur av leiðsluni fyri alt Sjúkrahúsverkið.
Gunnvá Guttesen er 52 ára gomul. Hon erútbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og hevur starvast í føroyska heilsuverkinum síðani 2001, bæði sum varaleiðari og deildarleiðari á barnadeildini á Landssjúkrahúsinum. Hon hevur eisini sum verkætlanarfólk verið við at verkseta talgildu heilsuskipanina í Føroyum.
Seinastu fimm árini hevur Gunnvá verið depilsleiðari á Medisinska deplinum og eigur týðandi leiklut í stóru menningini av størsta deplinum á Landssjúkrahúsinum, sigur Landssjúkrahúsið..
Nýggi varastjórin hevur breiða vitan um sjúkrahúsverkið, hevur góðar leiðsluførleikar og dugir væl at fáa fólk við, stendur í tíðindaskrivinum frá Landssjúkrahúsinum.
Gunnvá Guttesen tekur við starvinum sum varastjóri 1.juni.