- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsgevarar lýsa verkbann móti flogskiparum
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur nú lýst verkbann, ella arbeiðssteðg, eftir at semingsroyndin millum arbeiðsgevararnar og Flogskiparafelagið ikki bar á mál.
Verkbannið verður lýst við 14 daga freist og verður lýst at byrja fríggjadagin 12. mai.
Tað er og er galdandi fyri limir hjá Flogskiparafelag Føroya, sum arbeiða hjá Atlantic Airways við støð í Føroyum.
Verkbannið kemur í gildi á midnátt 12. mai
Verkbannið er sostatt bert galdandi fyri støð í Føroyum, og ikki fyri støðina í Billund og Keypmannahavn.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur undantikið sjúkraflutning frá verkbanninum.
Niels Winther, stjóri í Føroya Arbeiðsgevarafelag, sigur, at sum støðan er, hava arbeiðsgevararnir ikki annan møguleika enn at lýsa verkbann:
Hoyr samrøðu við Niels Winther í útvarpstíðindunum: