- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsroyndin bar ikki á mál
Semingsroyndin millum Flogskiparafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag bar ikki á mál.
Terje Sigurðsson, semingsmaður, váttar, at semingsuppskotið hjá Semingsstovninum varð vrakað á fundinum, sum byrjaði klokkan 13. Hann vil tó ikki siga, hvør av pørtunum vrakaði uppskotið.
Spurdur, um tað framvegis er langt millum partarnar, sigur Terje Sigurðsson, at Semingsstovnurin ger ikki meira nú, og at tað nú er upp til partarnar at gera av, hvat skal henda. Og so kann tað antin enda við verkfalli ella verkbanni.
Semingsstovnurin var boðsendur fyri páskir, tá samráðingarnar millum flogskiparar og arbeiðsgevarafelagið, sum Atlantic Airways er í, slitnaðu.
Semingsroyndin byrjaði fyri góðum tveimum vikum síðani.
Sáttmálin hjá flogskiparunum, sum var, kom í 2019. Hann vardi til 1. apríl í ár.