- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskiveiðieftirlitið skal hava fleiri eftirlitsfólk
Fiskiveiðieftirlitið skal hava fleiri eftirlitsfólk
Játtanin hjá Fiskiveiðieftirlitinum í ár er hækkað tvær milliónir kr. til økt eftirlit og eygleiðaraarbeiði
26.04.2023 - 08:59
Fiskiveiðieftirlitið søkir eftir tveimum nýggjum eftirlitsfólkum, sum skulu hava eftirlit á landi.
Tá hesi fólkini koma aftrat, eru átta eftirlitsfólk, seks úti og tvey inni.
Tey skulu hava eftirlit við landingum, avreiðingum og umskipingum í Føroyum.
Tey skulu millum annað eisini vera við í eftirlitsarbeiði saman við útlendskum myndugleikum samsvarandi avtalum um millumtjóða eftirlitssamstarv.
Játtanin hjá Fiskiveiðieftirlitinum í ár er hækkað tvær milliónir kr. til økt eftirlit og eygleiðaraarbeiði.
Freistin at søkja um eftirlitsstørvini er til 8.mai á middegi.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV